Skotar í øðini um avtalu

Skotar í øðini um avtalu
Skotska uppsjóvarfiskivinnan biður nú bretsku stjórnina og ES-nevndina um at skerja møguleikan hjá føroyingum at fiska makrel í ES-sjógvi
Skotsk skip fiskaðu ikki ein einasta stert í føroyskum sjógvi í fjør, men føroyingar fiskaðu makrel og svartkjaft fyri 440 mió. kr. í ES-sjógvi
 
10.11.2015 - 09:54

Skotar eru ikki minni í øðini um rættin hjá føroyingum at fiska makrel í skotskum sjógvi, nú frágreiðing hjá Seafish sigur, at skotar fiskaðu ongan makrel ella svartkjaft í føroyskum sjógvi í fjør.

Skotska uppsjóvarfiskivinnan biður nú bretsku stjórnina og ES-nevndina um at skerja møguleikan hjá føroyingum at fiska makrel í ES-sjógvi.

Semjan, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í fjør, loyvir føroyingum at fiska makrel í ES-sjógvi. Samstundis fingu ES-skip loyvi til at fiska part av sínari kvotu í føroyskum sjógvi.

Fiskaðu einki í føroyskum sjógvi í 2014

Nú er greitt, at skotsk skip fiskaðu ikki ein einasta stert í føroyskum sjógvi í fjør, skrivar Intrafish. Men føroyingar fiskaðu makrel og svartkjaft fyri 440 mió. kr. í ES-sjógvi.

Bæði fiskimenn og fiskiídnaðurin í Skotlandi vilja nú hava rættvísari avtalu millum ES og Føroyar, so eisini skotar fáa okkurt burtur úr henni.

Stjórin í felagnum hjá skotskum uppsjóvarfiskimonnum, Ian Gatt, sigur við Intrafish, at føroyingar sleppa at fiska góðan makrel á somu leiðum sum skotar fiska. Hetta órógvar makrelsøluna og marknaðarføringina hjá skotum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389