- Hetta er ein tann týdningarmesta avgerðin

- Hetta er ein tann týdningarmesta avgerðin
Niðurteljingin til fólkaatkvøðuna í Bretlandi um limaskapin í ES er byrjað. Fólkaatkvøðan fær týdning fyri landsins framtíð, sigur forsætisráðharrin
- Hetta er helst týdningarmesta avgerðin, sum bretska fólkið skal taka í nýggjari tíð, segði David Cameron, bretski forsætisráðharrin, í eini røðu í dag
Mynd: AP  
 
10.11.2015 - 16:47

- Hetta er helst týdningarmesta avgerðin, sum bretska fólkið skal taka í nýggjari tíð, segði David Cameron, bretski forsætisráðharrin, í eini røðu í dag.

Niðurteljingin til fólkaatkvøðuna í Bretlandi um limaskapin í ES er byrjað, og sambært David Cameron fær fólkaatkvøðan stóran týdning fyri landsins framtíð.

Samráðingarnar um at nýskipa ES formliga byrjaðar

- Tað er neyðugt at gera nýskipanir í ES, so felagsskapurin verður kappingarførari. Leiðararnir í ES-londunum eiga at verða meiri liðiligur og leggja størri dent á at varðveita Bretland í samveldinum, segði Cameron í røðuni, sambært Ritzau.

Bretski forsætisráðharrin sigur eisini, at trýstið frá tilflytarum er vorðið ov stórt, og bretar hava tørv á at fáa tamarhald á gongdini.

- Bretar eiga at vænta, at krøvini verða viðgjørd í størri álvara, sigur bretski forsætisráðharrin. Nýggju limalondini eiga ikki at fáa størri rásarúm í ES, fyrr enn búskapurin í hesum londum er komin á sama stig sum tann bretski, segði David Cameron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109