Grikkaland heldur ikki lánsavtaluna

Grikkaland heldur ikki lánsavtaluna
Hini evru londini vilja ikki flyta tvær milliardir evrur til Grikkaland, um kreppurakta landið ikki heldur sín part av lánsavtaluni
Grikkaland skal seta í verk 48 ítøkilig tiltøk sambært ætlanini fyri nýskipanir, skal grikska stjórnin fáa upphæddina, ið svarar til 15 milliardir danskar krónur
 
10.11.2015 - 08:22

Boðini vóru greið frá fleiri evropiskum fíggjarmálaráðharrum, tá teir fóru á fund í evru bólkinum seinnapartin í gjár í Brússel í Belgia.

- Vit verða noydd at fullføra fyrsta deilmálið í avtaluni, og tað skal verða sum skjótast, segði formaðurin fyri evru bólkin, Jeroen Dijsselbloem, beint undan fundinum.

Grikkaland skal seta í verk 48 ítøkilig tiltøk sambært ætlanini fyri nýskipanir, skal grikska stjórnin fáa upphæddina, ið svarar til 15 milliardir danskar krónur. Peningur, sum eftir ætlan skuldið verið fluttur Grikkalandi í oktober.

Langt eftir á mál

Umleið ein triðingur av teimum 48 tiltøkunum, ið skulu setast í verk, eru ikki fullførd, sigur ein kelda við týsku tíðindastovuna, DPA.

- Tað er bara Grikkaland sjálvt, ið skal seta í verk hesi tiltøk, sum vit samdust um í august mánaði, segði týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schäuble, undan fundinum.

Búskaparkommisserurin í ES, Pierre Moscovici, er tó framvegis bjartskygdur, hóast grikkar drála, og hann segði í gjár, at næstu dagarnar ber til at finnan semju um støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109