- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri hava ikki arbeiðsloyvi í lagi
Í fjør vórðu tvær ferðir so nógvir migrantar úr øðrum londum enn ES skuldsettir samanborið við undanfarin ár, vísa tøl hjá ríkisløgregluni. Í 2019 vórðu 289 útlendingar skuldsettir.
Í 2014 var talið 616. Flestu migrantar koma úr londum í Afrika ella Asia, og teir arbeiða ólógliga eitt nú í matstovu- og reingerðingarvinnuni.
Sambært útlendingastýrinum verða útlendingar, sum arbeiða ólógliga í Danmark, revsaðir við bót ella fongsli í eitt ár. Í ringasta føri verða teir vístir av landinum.
Kunnu fáa harða fongsulsrevsing
Arbeiðsgevarar í Danmark, sum seta útlendingar í starv, ið ikki hava arbeiðsloyvi, kunnu vænta at fáa bót ella fongsul í tvey ár.
Uppgerðin hjá donsku ríkisløgregluni vísir, at flestu útlendingarnar koma úr Nigeria, Pakistan, Kina, India og Teilandi.
Talið á arbeiðsgevarum, sum eru skuldsettir fyri at hava útlendingar ólógliga í starvi, er eisini vaksið. Í 2010 vóru teir 345, men í fjør vórðu 502 útlendingar skuldsettir.