- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann ikki gerast forseti hóast hon vinnur valið
Kann ikki gerast forseti hóast hon vinnur valið
Andstøðuleiðarin í Myanmar, 70 ára gamla Aung San Suu Kyi, verður mett at hava góðar møguleikar at vinna forsetavalið í landinum í dag
08.11.2015 - 11:33
Í dag er fyrstu ferð í 25 ár, at val er í Myanmar. Aung San Suu Kyi og flokkur hennara, National Leaugue of Democracy, kappast við USDP-flokkin, sum hermegin í landinum stuðlar.
Aung San Suu Kyi, sum nógv ár var í húsavarðhaldi í landinum, greiddi sambært AP-tíðindastovuni atkvøðu nærhendis staðnum, har hon sat í varðhaldi. Sambært AP er hetta fyrstu ferð, at tann nú 70 ára gamli andstøðupolitikarin sleppur at velja.
Sjálvt um Aung San Suu Kyi og flokkur hennara vinna valið, kann hon ikki gerast forseti. Lóggávan í Myanmar sigur, at fólk við familju í útlandinum kunnu ikki leiða landið. Suu Kyi hevur tveir synir við bretskum passi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV