Sí video: Soleiðis er trygdin í Sharm el-Sheikh

Sí video: Soleiðis er trygdin í Sharm el-Sheikh
Tað er ikki uttan orsøk, at fleiri flogfeløg nú eru givin at flúgva til Sharm el-Sheikh International Airport í Egyptalandi
Soleiðis var flogtrygdin í Sharm el-Sheikh International Airport, tá eitt norskt par fór fram við trygdareftirlitinum í 2007
Mynd: Privat mynd/Øyvind Restad  
 
06.11.2015 - 17:59

Tað er væl skilligt, at fleiri flogfeløg eru givin at flúgva til Egyptalands, eftir at eitt flogfar datt niður leygardagin, og illgruni er um, at ein bumba var umborð.

Í øllum førum um hugt verður at upptøkunum niðanfyri her hjá norðmanninum Øyvind Restad, ið hann gjørdi fyri nøkrum árum síðani.

Sí upptøkurnar niðanfyri

Í 2007 gjørdi hann upptøkuna á Sharm el-Sheikh International Airport í Egyptalandi, tá hann var og ferðaðist í landinum saman við eini kvinnu.

Meðan trygdarkrøvini vórðu herd í flogvøllum kring heimin eftir september 2001, er ikki líkt til, at tað sama er galdandi í egyptisku floghavnini.

Upptøkurnar vísa trygdarvørðar, ið bókstaviliga sita og sova á vaktini, tá teir annars skuldu ansa eftir at trygdin á flogvøllinum varð hildin.

 

Det er for tiden en del snakk om flysikkerheten i Egypt, og da kom jeg til å tenke på dette videoopptaket. Siste overskrift i VG i dag:-Egypt tilbakeviser dårlig flysikkerhet

Posted by Øyvind Restad on 5. November 2015

224 ferðafólk vóru við Airbus-flogfarinum hjá Metrojet, tá tað datt niður í Sinai hálvoynni leygardagin. Øll ferðafólkini og manningin lat lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109