- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klippikortini fara í søguna
Klippikortini fara í søguna
Eftir 1. desember ber ikki longur til at brúka klippikort á strandfaraskipunum. Klippikortini verða endurgoldin fram til nýggjársaftan
03.11.2015 - 08:24
Strandfaraskip landsins boða frá, at nú er so langt síðani, at nýggja ferðaseðlaskipanin varð tikin í nýtslu, at tíðin er komin at taka tey gomlu 10-túra klippikortini av.
Tey, sum hava óbrúkt klippikort, kunnu venda sær til Farstøðina í Havn ella høvuðsskrivstovuna á Tvøroyri við kortunum.
Virðið av óbrúktum klippum minus 50,00 kr. verður flutt á eitt virðiskort, sum kann brúkast á øllum Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum.
Virði undir 50,00 kr verður ikki endurgoldið. Klippikortini verða endurgoldin fram til 31.desember. Eftir tann dagin fellur virðið burtur.
Nýggjastu sendingar í ÚV