Hesin býurin verður billeysur um fýra ár

Hesin býurin verður billeysur um fýra ár
Nýggja býarstýrið í Oslo hevur samtykt, at eingin bilur sleppur at koyra í miðbýnum í norska høvuðsstaðnum í 2019
Miðbýurin í Oslo verður billeysur í 2019, hevur nýggja býarstýrið í norska býnum samtykt. Fólk á súkklu og til gongu skulu raðfestast, sigur meirilutin í býarstýrinum
 
20.10.2015 - 11:42

Arbeiðaraflokkurin, Sosialistiski Vinstriflokkurin og Umhvørvisflokkurin, sum nú hava meirilutan í býráðnum í Oslo, hava tikið hesa avgerðina.

Handilsvinnan stúrir fyri, at hon fer at missa umsetning, verður ikki loyvt at parkera bilar í miðbýnum. Men nýggi meirilutin í býráðnum fer at raðfesta tey, sum súkkla, og sum eru til gongu.

Hetta til 2019 skulu gerast 60 kilometrar av súkklubreyt. Tey, sum bera brek, fáa kortini undantaksloyvi at koyra bil í miðbýnum í Oslo eftir 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109