Dylja bústaðin hjá flóttafólkum

Dylja bústaðin hjá flóttafólkum
Ein kommuna í Svøríki hevur gjørt av at dylja bústaðin hjá flóttafólkum, ið flyta til kommuna, eftir at eldur er settur á fleiri ferðir í seinastuni
Nógv flóttafólk, ið komu til Danmarkar herfyri, hildu leiðina fram til Svøríkis. Í Umeå hevur kommunan gjørt av at dylja bústaðin hjá flóttafólkunum, eftir at eldur er settur á fleiri bygningar í seinastuni
 
20.10.2015 - 08:18

Umeå kommuna í Svøríki hevur gjørt av at dylja, hvar flóttafólk skulu búgva. Hetta stigið hevur kommunan tikið, tí fleiri tilburðir hava verið í seinastuni, har eldur er settur á tilhaldsstøð hjá flóttafólki.

Almenna svenska sjónvarpið skrivar á heimasíðu sínari, at kommunan í Umeå løtuni fyrireikar bústaðir til 150 flóttafólk, sum eftir ætlan skulu koma seinni í vikuni.

Eldur settur á gamlan skúla

Kommunan í Umeå hevur av trygdarávum gjørt av ikki at upplýsa nágreiniliga, hvar flóttafólkini skulu halda til. Eldur er settur á fleiri bygningar seinastu dagarnar.

Millum annað varð eldur settur á ein gamlan skúlabygning í Kungsbacka um vikuskiftið, har fólk, sum biðja um friðskjól, skuldu fáa innivist.

Umeå kommuna ætlar eisini at hava varðhald við bústaðirnar, tá teir lata upp, skrivar svenska sjónvarpið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109