Niðurskotin drona er framleidd í Russlandi

Niðurskotin drona er framleidd í Russlandi
Ein ómannað drona, sum turkisk jagaraflogfør skutu niður, tá hon fór um sýriska markið, er gjørd í Russlandi, sigur turkiski forsætisráðharrin
Henda dronan, ið turkisk jagaraflogfør skutu niður fríggjadagin, varð gjørd í Russlandi, sambært turkisku myndugleikunum
Mynd: Ritzau  
 
19.10.2015 - 15:52

Ahmet Davutoglu, forsætisráðharri, sigur samstundis, at myndugleikarnir í Moskva hava boðað turkiskum myndugleikum frá, at dronan er ikki russisk, sambært tíðindastovuni, Ritzau.

Turkiski stjórnarleiðarin heldur, at sýriskar stjórnardeildir kunnu hava nýtt dronuna. Hendingin við dronuni er dømi um, at vandi kann verða, tí fleiri lond eru í sama loftrúmi.

Turkisku jagaraflogførini skutu dronuna niður nærindis sýriska markinum fríggjadagin. Sambært turkiska herinum fekk dronan tríggjar ávaringar, áðrenn hon varð skotin niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109