USA hevur góðkent Addyi, sum er viagra til kvinnur

USA hevur góðkent Addyi, sum er viagra til kvinnur
Amerikonsku heilsumyndugleikarnir hava góðkent heilivágin, sum skal hjálpa kvinnum, sum mangla hugin til kynslív
 
18.10.2015 - 18:29

Tablettin við virkna evninum fiban-serin er í høvuðsheitum ætlað kvinnum, sum mangla hug til kynslív.

Men tað er ikki heilt vandaleyst at svølgja eina Addyi.

Virkar ymiskt

Heilsumyndugleikarnir ávara um, at Addyi kann elva til lágt blóðtrýst, klígging og svimbul.

Hóast ljósareyða tablettin hevur fingið eyknevnið Viagra til kvinnur, so virkar aktiva evnið øðrvísi upp á kvinnur enn menn.

Menn skulu taka viagra stutt undan samlegu, men kvinnurnar, sum hava vantandi hug til kynslív, skulu taka eina tablett um dagin. 

Kensla av vælveru

Addyi er upprunaliga framleitt sum anti-depressivur heilivágur, sum ávirkar heilan við at leysgeva evni, sum t.d. dopamin, sum kann geva kenslu av vælveru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109