Nýskipanarlógir skulu tryggja grikkum fleiri lán

Nýskipanarlógir skulu tryggja grikkum fleiri lán
Grikska tingið hevur samtykt fleiri nýskipanarlógir, sum altjóða lánveitararnir hava sett sum treyt fyri at læna Grikkalandi meiri pening
Fleiri nýskipanarlógir, sum altjóða lánsveitarar hava sett sum treyt fyri at læna Grikkalandi meiri pening, eru samtyktar av grikska tinginum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
18.10.2015 - 15:59

Nýskipanirnar hava við sær, at pensjónirnar lækka, pensjónsaldurin hækkar, revsingin fyri at svika í skatti verður herd, og orkuveitingin í landinum skal liberaliserast.

Seinni í mánaðinum fara lánveitararnir at kanna, um Grikkaland heldur sín part av avtaluni fyri at fáa fleiri lán.

Vilja hava tað avgreitt skjótt

Grikska stjórnin vil hava eftirlitið avgreitt skjótast tilber, so bankarnir í landinum verða endurfíggjaðir, og farast kann undir samráðingar um at gjalda risastóru skuldina aftur

Tingið skal avgreiða tilsamans 48 lógaruppskot, og higartil hava ikki verið trupulleikar hjá Tsipras, forsætisráðharra, at fáa nýskipanirnar gjøgnum tingið.

Tær fyrstu lógirnar vórðu samtyktar við 154 atkvøðum. Tilsamans 300 sessir eru í grikska tjóðartinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109