USA gevst við oljuleiting í Arktis

USA gevst við oljuleiting í Arktis
Umhvørvisfelagskapurin Greenpeace fegnast um avgerðina
 
17.10.2015 - 14:30

Amerikanska stjórnin fer ikki at selja fleiri boriloyvi í havinum norðan fyri Alaska næsta ár og í 2017. 

Avgerðin er tikin fáar vikur eftir, at oljurisin Shell at bora eftir olju í Alaska. 

Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace fegnast um amerikansku avgerðina og sigur, at næsta stigið verður at steðga allari oljuboring í Arktis.

Men oljuleitingin í havinum út fyri grønlendsku strondini heldur fram. Stendur tað til Greenpeace, eigur henda leitingin eisini at halda uppat.

Shell gavs við síni ætlan í Alaska, tí felagið fann ikki nóg mikið av olju og gassi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109