- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breivik aftur í rættin í mars 2016
Dómstólur í Noregi skal í mars mánaði næsta ár viðgerða kæruna frá Anders Behring Breivik, sum í 2011 drap 77 fólk í atsókn í Oslo og í Utøya.
Í summar stevndi Breivik norska statinum, tí hann heldur, at umstøðurnar í fongslinum, har hann situr, eru í stríð við mannarættindi.
Nú er borgarliga rættarmálið fyribils sett á skrá í viku 11 2016, skrivar norska NTB.
24. oktober verður fyrireikandi rættarfundur í rættinum í Oslo. Ein av spurningunum, sum støða skal takast til er, um Brevik sjálvur skal verða í rættinum, tá málið kemur fyri.
- Vit krevja, at hann skal við í rættin, sigur Øystein Storrvik, sakførari hjá Breivik.
Sambært stevningini heldur Breivik, at umstøðurnar í fongslinum eru í stríð við fleiri reglur í mannarættindasáttmálanum hjá ST, - eitt nú triðja grein, sum snýr seg um forboð móti píning og ómenniskjaligari og niðurgerandi revsing.
- Avmarkingarnar móti honum í fongslinum eru ov strangar, serliga í sambandi við avbyrgingin frá øðrum menniskjum, sum hevur vart so leingi, sigur Storrvik.
Breivik varð í 2012 dømdur 21 ára forvaring fyri at hava drigið 77 fólk í bumbuatsókn í Oslo og fyri at hava skotið fleiri persónar á summarlegu í Utøya.