ES og Turkaland samd um virkisætlan

ES og Turkaland samd um virkisætlan
ES-londini komu eitt stórt stig víðari í arbeiðinum fyri flóttafólk á toppfundinum sum var í Bruxelles í gjár, og ikki endaði fyrr enn í nátt
Ríkisleiðararnir í ES samdust í nátt um at veita Turkalandi 22,3 milliardir kr. í hjálp, so landið kann hjálpa flóttafólkunum, samstundis sum eftirlitið á markinum skal herðast
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
16.10.2015 - 09:08

Ríkisleiðararnir samdust um at veita Turkalandi 22,3 milliardir kr. í hjálp, so landið kann hjálpa flóttafólkunum, samstundis sum eftirlitið á markinum skal herðast.

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, segði, at Turkaland higartil hevur nýtt yvir 52 milliardir kr. til tey nógvu flóttafólkini í landinum, og tí er tað ikki meir enn rímiligt, at ES-londini stuðla Turkalandi, helst við eini líknandi upphædd.

SÍ EISINI Býtislykil fyri flóttafólk skal nú roynast í verki

Semjan sum ES hevur gjørt við Turkaland, fer væntandi at hava við sær, at streymurin av flóttafólkum sum vilja sleppa til ES-londini, fer at linka, tí flóttafólkini skulu fáa hjálp í Turkalandi, Libanon og Jordan ístaðin.

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke rasmussen, segði eftir fundin, at ES-londini nú av álvara tosa um, hvat er neyðugt at gera, fyri at hjálpa flóttafólkunum, heldur enn at btosa um, hvussu londini kunnu taka sær av einum brotparti av flóttafólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109