Fleiri flóttafólk til Evropa

Fleiri flóttafólk til Evropa
Milliónir av flóttafólkum kunnu vera á veg til ES-londini, sigur ES-forsetin. Fyrstu níggju mánaðirnar komu 710.000 flóttafólk til ES-londini
710.000 flóttafólk og migrantar komu fyrstu níggju mánaðirnar til Evropa. ES skal vera til reiðar at taka ímóti enn fleiri flóttafólkum, sigur ES-forsetin
 
15.10.2015 - 08:33

Flóttafólkastreymurin verður høvuðsevnið á fundinum hjá stjórnarleiðarunum í ES í dag. Í einum boðum frá forsetanum í ES, Donald Tusk, stendur, at milliónir av flóttafólkum kunnu vera á veg til ES-londini.

- Tað ljóðar kanska ógvusligt, men ES má vera fyrireikað, um tað skuldi hent, sigur ES-forsetin, Donald Tusk. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár, komu 710.000 flóttafólk og migrantar til ES-londini.

SÍ EISINI ES-lond býta 120.000 flóttafólk millum sín

- Hóast flóttafólkastreymurin linkar, nú veturin stundar til, so má ES verða fyrireikað til várið og summarið, tá vandi er fyri, at nógv fleiri fara at koma til Europa, sigur Donald Tusk.

Seinastu tíðina hevur ES arbeitt við at fáa grannalondini hjá Sýria at taka sær av flóttafólkunum, serliga hava samráðingar verið við Turkaland, har yvir tvær milliónir flóttafólk eru.

ES hevur eisini samtykt at býta 160.000 flóttafólk ímillum ES-londini. tey eru komin til Italia og Grikkalands. Á fundinum í dag skulu leiðararnir umrøða, um ES skal menna sonevndu Frontex-skipanina, sum tryggjar uttastu økini í ES.

SÍ EISINI Býtislykil fyri flóttafólk skal nú roynast í verki

Ætlanin er at senda skjóttgangandi bátar og skip til økini, so tey kunnu steðga bátum og skipum sum koma við flóttafólki. Umrøðast skal eisini, hvat gerast skal við flóttafólkini um koma, og hvussu tey kunnu sendast heim aftur.

Spurningurin um skipanina, at umsóknir frá flóttafólkum skulu viðgerast í tí fyrsta ES-landinum sum tey koma til, verður eisini umrøddur á toppfundinum í Bruxelles.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109