- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava øll vakmyndatól í Danmark skrásett
- Vit áttu longu at havt slíka skráseting. Men nú vit ikki hava hana, so skal hon í hvussu er verða klár í seinasta lagi 1. januar, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður í rættarmálum hjá Danska Fólkaflokkinum.
Danski Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Konservativu mæla Søren Pind, løgmálaráðharra, til at seta í verk skráseting av øllum vakmyndatólum í Danmark, skrivar dr.dk
500.000 vakmyndatól tilsamans í Danmark
Atsóknin í Keypmannahavn í februar, har Omar el-Hussein drap tvey ósek fólk, kravdi dýrabara tíð hjá løgregluni at koyra runt í gøtunum í økinum og leita eftir vakmyndatólum. Men tað var einki annað at gera.
- So kann løgreglan skjótt fáa yvirlit yvir øll vakmyndatól, um yvirgangsatsókn ella annar grovur kriminalitetur aftur hendur, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður. sambært dr.dk
Uttandura vakmyndatól eru ikki skrásett í sentralari skráseting í Danmark. Hildið verður, at um 500.000 vakmyndatól eru í Danmark. Av teimum eru helst 100.000 bara í Keypmannahavnar kommunu.
Javnaðarflokkurin um at missa tolið
- Løgreglan skal hava yvirlit yvir, hvør eigur vakmyndatólið, og hvussu hon fær hendur á upptøkunum, sigur Trine Bramsen, framsøgufólk í rættarmálum hjá danska javnaðarflokkinum.
Enn liggur málið hjá konsulentvirkinum Rambøll, sum skal lýsa málið. Síðani verður tað latið Ríkisløgregluni, sum skal so skriva tilmælið til Løgmálaráðið um, hvussu skrásetingin kann skipast.
- Løgreglan skal kunna fara til verka skjótt og væl, tá brotsverk skulu steðgast ella fyribyrgjast alt fyri eitt. Tí hevur tað týdning, at hon ikki skal hyggja upp í loft og á húsaveggir, fyri at finna vakmyndatól, sigur Trine Bramsen.