- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skaðanevnd: MH17 varð skotið niður
Tað vóru russar, sum skutu maleisiska ferðafólkaflogfarið niður, tá tað fleyg yvir eystara parti av Ukraina, sum russiskt stuðlaðar uppreistrardeildir høvdu tamarhald á, skrivar tíðindablaðið, Volkskrant.
Kanningin hjá hollensku skaðanevndini verður almannakunngjørd í dag. Tá fæst eisini nærri greiða á, hvat veruliga hendi, tá MH17 flogfarið datt niður 17. juli í fjør.
Russisku myndugleikarnir hava ført fram, at tað vóru ukrainskir hermenn, sum skutu flogfarið niður, men sambært tíðindablaðnum, Volkskrant, var flogfarið skotið niður av eini sokallaðari BKU-rakett, sum er framleidd í Russlandi.
Russisk herfólk kunnu ver blandað upp í
Sambært kelduni hjá hollendska tíðindablaðnum er lítið hugsandi, at ukrainsku uppreistrarmenninir eru førir fyri at handfara so framkomin vápn, sum hesa rakettina.
Viðkomandi metir haraftrat, at russisk herfólk kunnu vera blandað uppi í. Flogafarið hjá Malaysian Airlines varð skotið niður 17. juli í 2014, tá tað fleyg yvir Donetsk økinum har eysturi í Ukraina.
Flogfarið var á veg úr Amsterdam í Hollandi til Kuala Lumpur í Malaysia. Øll 298 fólkini umborð - 183 ferðafólk og manningin, sum taldi 15 - doyðu. 193 av teimum vóru hollendingar.