Hundar dripið 65 seyðir í Íslandi

Hundar dripið 65 seyðir í Íslandi
Tríggir leysir hundar hava síðani summar gjørt seg inn á seyð í einum øki uttanfyri Reykjavík
65 seyðir eru deyðir og 100 aðrir eru síðani í summar løstaðir av leysum hundum í einum øki uttanfyri Reykjavík. Myndin er kortini ikki av økinum, har hundarnir hava gjørt um seg
 
12.10.2015 - 16:14

Tað er ikki bara í Føroyum, at leysir hundar gera seg inn á seyð. Í Íslandi hava tríggir leysir hundar síðani tíðliga í summar gjørt um seg í økinum við Mosfellsheiði uttanfyri Reykjavík.

Sjey bóndagarðar í Mosfellsdali, Tingvallasveit og Ølfus hava mist tilsamans 65 seyðir, sum hundarnir hava dripið, og fleiri seyðir eru ikki komnir aftur í aftur.

Bjarni Bjarnason, bóndi í Harðastaðir, sá eitt av álopunum. Hann sigur við dv.is, at hundarnir samstarvaðu um at fáa fatur á einum lambi.

Ikki fult yvirlit enn

- Vit settu okkum í samband við sýslumannin í Mosfellsbær. Hann fekk fatur í tveimum av hundunum og avlívaði teir, men triðji hundurin slapp til rýmingar, sigur Bjarni Bjarnason við dv.is.

Myndugleikarnir í Islandi hava váttað, at 65 seyðir longu eru dripnir, og at nærum 100 aðrir seyðir mangla.

- Møguliga mangla fleiri, men vit vita tað ikki við vissu, fyrr enn seyðurin hevur verið í rætt, og tað verður ikki fyrr enn í næsta mánað, sigur Jóhannes Sveinsbjørnsson, bóndi, sum hevur mist átta seyðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109