Landasorg í Turkalandi

Landasorg í Turkalandi
95 fólk lótu lív og 245 vóru í særd í Turkalandi í gjár, og tí er landið lýst í landasorg næstu tríggjar dagarnar.
 
11.10.2015 - 10:16

Turkaland er lýst í landasorg næstu tríggjar dagarnar. 
95 fólk lótu lív og 245 onnur vóru í gjár særd, tá tvær bumbur brustu inni í mannamúgvuni í sambandi við eina friðargongu í turkiska høvuðsstaðnum Ankara. Friðargongan var fyriskipað fyri at fáa turkisku stjórnina og militanta kurdiska bólkin PKK at gevast við sínum stríði.

Ongin tikið ábyrgdina enn

Sambært turkiska forsetanum, Ahmet Davutoglu, var talan um eina yvirgangsatsókn og prógv eru funnin fyri at tveir sjálvmorðsbumbumenn stóðu fyri atsóknini, ið er hin ringasta í Turkalandi í nýggjari tíð. 
Eingin hevur enn tikið ábyrgdina fyri bumbuatsókinini, men sambært forsetanum er tað sannlíkt, at kurdisk yvirgangsfólk ella ISIL hava ábyrgdina av atsóknini, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109