Maður varðhaldsfongslaður: Hótti við skjóta Løkke

Maður varðhaldsfongslaður: Hótti við skjóta Løkke
Ein maður, sum í telefonini hótti við at skjóta Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, er varðhaldsfongslaður í Keymannahavn
Ein maður í Keypmannahavn er varðhaldsfongslaður, tí hann hótti við at skjóta danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen
 
09.10.2015 - 14:29

Sambært skuldsetingini ringdi ein 42 ára gamal maður í gjár til forsætismálaráðið. Maðurin hótti við, at hann ætlaði sær at keypa myrk klæðir og brølapu.

Síðani ætlaði hann sær á gátt hjá Løkke heima við hús og skjóta forsætisráðharran. Maðurin er frammanundan skuldsettur í líknandi málum, millum annað hevur hann hótt borgarstjóran í Ballerup.

Í grundlógaravhoyringini noktaði maðurin fyri, at hann hevur ringt til forsætismálaráðið. Dómarin segði, at grundaður illgruni er í málinum, og hann avgjørdi at varðhaldsfongsla 42 ára gamla mannin í 13 dagar, meðan málið verður kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109