- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðharrar umrøða hernaðarlig átøk hjá Russlandi
Fundurin er millum annað íkomin eftir, at Turkaland hevur kært seg um, at russisk stríðsflogfør hava gjørt seg inn á turkiskt luftrúm.
Verjumálaráðharrarnir fara væntandi eisini at endurskoða støðuna viðvíkjandi kreppuni í Ukraina, tá teir koma saman til fund á NATO høvuðsstøðini í dag.
Greinin heldur fram niðanfyri
Russia's growing military involvement in Syria is expected to be high on the agenda as Nato defence ministers meet http://t.co/ARkSfohglE
— BBC News (World) (@BBCWorld) October 8, 2015
Sambært BBC fer NATO eisini at umrøða vaksandi stúranina í baltisku londunum eftir russisku uppíblandingina í Ukraina.
Bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon, fer sambært BBC væntandi at kunngera, at Bretland er tilreiðar at senda bretsk herfólk til baltisku londini at verða í drúgt tíðarskeið í hesum sambandi.