Ætlanin at byggja útfyri Skansan slept

Ætlanin at byggja útfyri Skansan slept
Ferð verður sett á eina alternativa verkætlan, sum verður minni og tí eisini bíligari enn Skansabryggjan
Skansin fær frið í hesum umfarinum. Ætlanin at byggja Skansabryggjuna er slept, siga Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu í tíðindaskrivi
 
08.10.2015 - 10:09

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu fara nú at seta alternativa loysn í gongd, sum kann verða framd beinanvegin.

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í býráðnum fara nú at bera so í bandi, at verkætlanin verður avmarkað, soleiðis at bygt verður vestur- og suðureftir og frítt útsýni verður av Skansanum.

Koma ikki víðari við verandi uppskoti

Sum støðan er nú koma vit ikki víðari, siga flokkarnir í tíðindaskrivi. Tí seta vit ferð á eina alternativa verkætlan, sum verður minni og tí eisini bíligari.

Við hesi útbyggingini verður fría útsýni av Skansanum út á fjørðin varðveitt. Heldur ikki verður bygt fram við fjøruni Yviri við Strond.

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava tikið hesa avgerð, tí verandi støða førir ongan veg.

Byrjast má beinanvegin

Hetta kunnu vit ikki bjóða hvørki vinnuni, handilslívinum ella teimum hundraðtals fólkunum, sum hava sína inntøku av økinum hjá Tórshavnar havn, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Skulu vit framtíðartryggja hesi arbeiðspláss og fylgja við í menningini, so má ætlanin fremjast beinanvegin, og samstundis skapa vit pláss fyri íløgum í aðrar átrokandi verkætlanir.

Við hesum verður áleikandi tørvurin hjá vinnuni nøktaður nógv ár fram, og arbeiðsplássini samstundis framtíðartryggjað, siga umboðini fyri Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109