Fyrrverandi starvsfólk í ST ákært fyri mutur

Fyrrverandi starvsfólk í ST ákært fyri mutur
John Ashe, fyrrverandi formaður fyri aðalfundin hjá Sameindum tjóðum, er undir illgruna fyri at hava tikið ímóti 1,3 milliónum dollarum í mutri
John Ashe, fyrrverandi starvsfólk hjá ST- er undir illgruna at hava tikið ímóti umfatandi mutri í samband við eina verkætlan í Kina
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
07.10.2015 - 16:06

Fyrrverandi formaðurin fyri ST-aðalfundin er undir illgruna fyri at hava tikið ímóti 1,3 milliónum dollarum í mutri í sambandi við eina verkætlan um fasta ogn í Macau. Eftir øllum at døma hevur ein kinesiskur handilsmaður mutrað John Ashe.

- Eru skuldsetingarnar sannar, er tað sera álvarsamt fyri ST-stovnin, sigur Mogens Lykketoft, sum í løtuni er formaður fyri ST-aðalfundinum.

Fleiri onnur fólk kanska eisini ákærd

John Ashe var formaður fyri ST-aðalfundin frá 2013 til 2014, og sambært statsákæranum Preet Bharara kunnu fleiri ST-starvsfólk verða ákærd fyri mutur.

Statsákærin, Preet Bhrara, vil ikki siga, hvør er undir illgruna í málinum um mutur, men í kanningini verður spurt, um mutur er vanligt í ST.

Mogens Lykketoft, sigur, at hann tekur undir við ST-aðalskrivaranum, Ban Ki-moon, sum hevur sagt, at eru ákærurnar sannar, er talan um eitt álop á integritetin í ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109