- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið er minkað aftur
Nú tað eisini er gjørt upp fyri stóra fráflytimánaðin: august, minkaði fólkatalið nakað aftur, beint niður um tey 49-túsund. Tað skrivar Hagstova Føroya.
Minkingin í august í ár er tó, eins og í fjør, nógv minni enn vanligt er fyri hendan mánaðin, tá stórt tal av ungdómi fer av landinum í útbúgvingarørindum.
Sama gongd
Árini 2009 til 2013 var nettofráflytingin í august oman fyri 400, meðan hon var um 200 í august 2014 og 2015.
Sostatt heldur gongdin fram, sum vit hava sæð síðstu tvey árini, við eini minkandi fráflyting.
Hetta gjørdi, at gongdin í fólkatalinum vendi til lítlan fólkavøkstur í 2013 við 117 fólkum og munandi fólkavøkstur í 2014 við 525 fólkum.
Burðaravlop og nettotilflyting
Hendan gongdin er á leið hin sama nú í 2015. Í 12-mánaðar-skeiðinum frá 1. sept. í fjør til 1. sept. í ár er fólkatalið vaksið við 510. Tað kemur av burðaravlopi á 231 og nettotilflyting á 279 í sama tíðarskeiði.
Talvur við nýggjastu íbúgvatølunum fyri høvuðsøkini, kommunurnar og oyggjarnar eru at finna í hagtalsgrunninum hjá Hagstovu Føroya.