- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómur í »tollmálinum« fellur 18. november
Dómur fellur ikki í sonevnda tollmálinum fyribils. Tað er greitt, eftir at tann seinasti dagurin, sum Eystari landsrættur hevði sett av - nú rætturin er í Føroyum - er liðugur.
Eystari landsrættur kunngjørdi fyri løtu síðani, at dómurin í sonevnda tollmálinum verður sagdur um seks vikur. Tað vil siga mikudagin tann 18. november klokkan 9.
Fekk viðhald í Føroya rætti
Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, tíðindamanni, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaktøri á Portalinum, fyri ærumeiðing.
Tá málið var fyri í Føroya rætti, fekk Jørgen Niclasen viðhald frá rættinum í øllum ákærum sínum móti teimum trimum kringvarpsfólkunum og fyrrverandi starvsfólkinum hjá Portalinum.
Tey fýra fjølmiðlafólkini vórðu 25. februar dømd at rinda 50.000 krónur í endurgjaldi og dagbøtur. Kringvarpsfólkini og Sveinur Tróndarson skutu dómin inn fyri Landsrættin, ið hevur viðgjørt málið seinastu dagarnar.