Allir bilar helst umvældir næsta ár

Allir bilar helst umvældir næsta ár
Allir bilarnir, ið eru raktir í sonevndu diesel-gøluni hjá Volkswagen, verða umvældir í 2016, gongst sum ætlað.
Gongst sum ætlað, verða allir bilar, sum eru raktir diesel-gøluni, sum hon verður nevnd, umvældir næsta ár, sigur forstjórin í Volkswagen
 
07.10.2015 - 15:02

Nýggi forstjórin í týsku bilverksmiðjuni Volkswagen, Matthias Müller, sigur, at gongst sum ætlað, verða allir bilar, sum eru raktir diesel-gøluni, sum hon verður nevnd, umvældir næsta ár.

Matthias Müller sigur við Frankfurter Allgemeine Zeitung, at fyrstu bilarnir verða kallaðir inn í januar, og ætlanin er at avgreiða allar bilarnar í 2016.

Bileigarar skulu kanska gjalda sjálvir

Volkswagen upplýsti 22. september, at 11 milliónir bilar í øllum heiminum hava ritbúnað - software - sum svikar við útlátinum.

Umstríddi ritbúnaðurin ger, at veruliga luftdálkingin kann ikki mátast, tá bilurin er til eftirlit. Dømi er um, at bilurin dálkar 40 ferðir meiri enn loyvt.

Hóast Volkswagen hevur sett ritbúnaðin í, kann endin verða, at bileigarin sjálvur noyðist at gjalda. Tá bilurin varð keyptur, slapp keyparin undan einum serligum umhvørvisskatti, tí bilurin varð hildin at fara væl við umhvørvinum.

Onnur bilmerki enn VW rakt

- Tá tað nú er staðfest, at bilurin dálkar meiri, hevur eigarin ikki rætt at fáa skattalættan, og kanska noyðist hann at gjalda skattin, sigur tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Týsklandi, Michael Reiter.

Sambært Volkswagen er talan um bilmerkini Volkswagen, SEAT, Audi og Skoda, sum eru seldir frá 2009 til 2015. Teir hava allir dieselmotorar av slagnum EA 189. Bilar, sum eru seldir eftir september í ár, hava ikki ritbúnaðin, sum svikar við útlátinum.

Í Danmark eru umleið 90.000 bilar seldir, sum hava snýti-ritbúnaðin, teir flestu av merkinum Volkswagen. VW í Danmark veit ikki at siga, nær bilarnir verða innkallaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342