- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil sleppa heimaftur til USA
Vil sleppa heimaftur til USA
Edward Snowden, amerikanski varskógvarin, ið hevur fyribils politiskt friðskjól í Russlandi, vil nú sleppa heimaftur, sigur hann í sjónvarpssamrøðu
Mynd: Savnsmynd/AP
06.10.2015 - 09:42
Amerikanski varskógvarin Edward Snowden, sum hevur verið í Russlandi, síðani hann lak trúnaðarupplýsingar um umfatandi loynilurting hjá USA, vil sleppa heimaftur. Tað segði hann í eini samrøðu við BBC í gjárkvøldið.
Hann greiddi frá, at hann fleiri ferðir hevur boðið sær til at koma aftur til USA fyri at fáa sína revsing har, men myndugleikarnir eru enn ikki komnir við nøkrum formligum tilboði.
Edward Snowden hevur fingið fyribils politiskt friðskjól í Russlandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV