- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fær viðhald móti Facebook í ES-dómstóli
Tá Facebook letur amerikanskar njósnarar sneyta í dátum hjá fólki á sosiala miðlinum, bróta teir eina 15 ára gamla avtalu millum ES og USA.
Tí eru dátur hjá evropearum ikki nóg væl vardar, tá tær enda í amerikanskum dátugrunnum. Tað sigur ES-dómstólurin í eini avgerð, sum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri Facebook.
Dátueftirlitið í Eysturríki vísti málið frá sær
28 ára gamli eysturríkarin, Max Schrems, sum lesur løgfrøði, legði málið fyri ES-dómstólin. Upprunaliga varð málið reist í írska dátueftirlitinum, sum vísti tað frá sær.
ES-dómstólurin sigur nú, at írska dátueftirlitið átti at havt viðgjørt málið, og at dátur hjá ES-borgarum eru ikki nóg væl vardar sambært galdandi avtalu millum ES og USA.
Avtalan kom í gildi í 2000, tá alnetið var nýtt. Hon skal tryggja, at dátur hjá ES-borgarum skulu viðgerast á tryggan hátt, hóast tær verða útflýggjaðar øðrum londum, sum hava linari reglur, eitt nú USA.
Umfatar 4.000 aðrar fyritøkur
Síðani hevur alnetið vundið upp á seg, og í 2013 avdúkaði amerikanski varskógvarin, Edward Snowden, at amerikanska trygdartænasta, NSA, ótarnað kann sneyta í dátum, sum eitt nú verða lagdar út á Facebook.
Eygleiðarar siga, at avgerðin hjá ES-dómstólinum merkir í fyrstu syftu, at Facebook ikki kann senda dátur úr ES-londum, men kann verða noytt til at varðveita dáturnar lokalt.
Hóast málið fyrst og fremst snýr seg um Facebook, umfatar avtalan umleið 4.000 aðrar fyritøkur, eitt nú Google, Microsoft og Apple.