Grønlendska rækjukvotan hækkar næsta ár

Grønlendska rækjukvotan hækkar næsta ár
Men hon fer ikki uppum tað sum fiskifrøðingar mæla til, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Karl-Kristian Kruse
 
04.10.2015 - 10:42

Fiskifrøðingarnir mæla til at hækka rækjukvotuna upp í 90.000 tons, sum eru 30.000 tons meir enn tilmælið var í fjør.

Grønlendska vinnan mælir til ikki at hækka kvotuna meir enn 12,5 prosentstig um árið, tí annars er vandi fyri, at MSC-góðkenningin, sum grønlendska rækjuvinnan hevur, verður sett úr gildi.

Grønlendska fiski og veiðumannafelagið, KNAPK, mælir til at hækka kvotuna meira, enn fiskifrøðingarnir mæla til.

Í fíggjarlógini fyri næsta ár hevur grønlendska landsstýrið roknað við inntøku uppá 130 milliónir kr. frá rækjuvinnuni. Tann upphæddin verður hækkað, alt eftir hvussu stór kvotan verður.

Karl-Kristian Kruse sigur seg fegnast um, at tað nú ber til at hækka rækjukvotuna, uttan at MSC-góðkenningin kemur í vanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109