USA møguliga bumbað Læknar Uttan Landamørk

USA møguliga bumbað Læknar Uttan Landamørk
NATO váttar, at møguliga eru tað amerikanskar bumbur, sum raktu sjúkrahúsið í afganska býnum Kunduz í nátt.
 
03.10.2015 - 10:15

Tað er møguliga amerikanskar bumbur, sum drupu starvsfólk hjá Læknum uttan Landamørk í afganska býnum Kunduz í nátt.

Tað sigur Nato, eftir at tað er komið fram, at í minsta lagi trý fólk frá altjóða neyðhjálparfelagsskapinum hava latið lív eftir eitt loftálop á eitt sjúkrahús.

30 fólk eru ikki funnin enn.

Nato váttar, at amerikansk herlið framdu eitt loftálop í Kunduz klokkan eitt korter til 3 í nátt. 

Tíðspunktið samsvarar við tað, sum Læknar uttan Landamørk boða frá í sínum tíðindaskrivi um álopið.

Felagsskapurin sigur, at sjúkrahúsið varð rakt fleiri ferðir.

Tá vóru 105 sjúklingar og fleiri enn 80 starvsfólk til staðar.

(mynd: AP)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109