Fyrrverandi nevndarformaður av knóranum

Fyrrverandi nevndarformaður av knóranum
Fyrrverandi nevndarformaðurin fyri Kaupthing Banka, Sigurður Einarsson, hevur heitt á býarrættin í Reykjavík, um at koyra hann á húsagang
Sigurður Einarsson, fyrrverandi nevndarformaður í Kaupthing Banka, hevur heitt á býarrættin í Reykjavík um at koyra seg á húsagang
Mynd: RUV  
 
30.09.2015 - 10:36

Tað váttar Sigurður Einarsson fyri íslendska dagblaðnum DV. Men formaðurin vil ikki siga nágreiniliga, hví hann er farin á húsagang, og hví tað hendir nústani.

Blaðið metir tó, at ein møgulig orsøk er, at avgerð hjá býarrættinum í Reykjavík í 2012, sum dømdi Sigurður sekan, - noyðir hann at rinda aftur umleið 500 miljónir íslendskar krónur.

SÍ EISINI Kollsigldur banki skyldar 30 milliónir í skatti

Tað svarar til 3,5 miljónir evrur pluss rentur, orsakað av persónligum lánum, sum hann tók í Kaupthing stutt undan, at bankin fór av knóranum. Lánini brúkti hann til at keypa partabrøv í sjálvum bankanum.

Sigurður Einarsson situr í løtuni í fongslinum í Kvíabryggju á suðurlandinum. Keldur hjá blaðnum siga, at bústjórar í løtuni kanna bankan fyri dómsvaldið.

Tað arbeiðið skal verða liðugt, áðrenn støða verður tikin til umsóknina frá fyrrverandi nevndarformanninum í bankanum, Sigurður Einarsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109