Tað er kalt millum teir

Tað er kalt millum teir
Fundurin í nátt okkara tíð millum russiska og amerikanska forsetan vardi í hálvanannan tíma. Hýrurin á fundinum var tó ikki serliga góður
Stemningurin var ikki serliga góður á fundinum millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og amerikanska forsetan, Barack Obama, í nátt, sambært fjølmiðlum
Mynd: AP  
 
29.09.2015 - 10:38

Á fundinum millum russiska og amerikanska forsetan í nátt okkara tíð, viðgjørdu teir millum annað tað, sum Vladimir Putin kallar fyri "stovnanina av hóskiligum mekanismum" í sambandi við handfaringina av krígnum í Sýria.

- Sambandið er tíverri rættiliga ringt, segði Vladimir Putin, forseti við russiskar journalistar eftir fundin, sambært Danmarks Radio.

Ongar almennar viðmerkingar

Amerikanski forsetin hevur higartil ikki havt almennar viðmerkingar um fundin. Hóast køldu luftina teirra millum, so kann kanska eitt mál á dagsskránni gerast eitt felags átak. Tað er tað, sum Vladimir Putin kallar fyri "hóskiligar mekanismur."

Tað snýr seg um at stovna ein Sýriabólk, har lond sum Iran, Saudi Arabia, Egyptaland, Turkaland, Russland og USA skulu vera umboðað. Uppgávan hjá bólkinum verður at hittast og tingast um frið við Sýria.

Sambært fleiri altjóða fjølmiðlum hevur eitt umboð fyri russisku stjórnina sagt við tíðindastovuna RIA Novosti, at tey vilja hava, at hesin bólkurin skal hittast longu í oktober mánaði.

SÍ EISINI Ósamd um leiklut hansara

Hóast partarnir kanska kunnu draga somu línu í spurninginum um hendan Sýriabólkin, so eru amerikanski og russiski forsetin framhaldandi ósamdir um sýriska forsetan Assad.

Barack Obama heldur uppá, at rúm er ikki fyri Bashar al-Assad í nýggja Sýria, men Vladimir Putin stuðlar sýriska forsetanum, Bashar al-Assad.

Russiski forsetin hevur somuleiðis sagt við russiskar fjølmiðlar, at báðir partar halda, at samskiftið og viðurskiftini millum Russland og USA eigur at bøtast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109