Stakk løgreglumann - skuldi útvísast

Stakk løgreglumann - skuldi útvísast
Danska løgreglan hevur tikið ein 25 ára gamlan statsleysan palestina, sum verður hildin at hava stungið ein løgreglumann tríggjar ferðir í nátt
Maðurin, sum í nátt stakk ein løgreglumann niður í Sandholm-flóttafólkaleguni, skuldi sendast úr Danmark aftur
 
29.09.2015 - 16:04

25 ára gamli maðurin hevur verið í Danmark í eina tíð, og ein umsókn frá honum um uppihaldsloyvi er avgreidd. Hann fekk ikki loyvi at verða verandi í Danmark, og tí hevur hann bíðað eftir at verða sendur av landinum aftur.

Løgreglan heldur ikki at nakar annar var við í málinum, men arbeiðið hjá løgregluni at kanna málið, er ikki liðugt enn, sigur ein talsmaður fyri donsku løgregluna.

SÍ EISINI Politistur stungin í Sandholm-flóttafólkaleguni

56 ára gamli løgreglumaðurin var í ferð við at leggja arbeiðið til rættis tíðliga í morgun, tá hann sá at ljós var í einum høli. Hann fór inn í rúmið, og varð tá álopin og stungin við knívi.

Teir fóru til hendurs, og tá var løgreglumaðurin stungin tvær ferðir aftrat. Løgreglumaðurin boðaði sjálvur frá hendingini. Hann varð fluttur á sjúkrahús, og fær ikki mein av hendingini. 25 ára gamli maðurin skal avhoyrast um tað sum fór fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109