Politistur stungin í Sandholm-flóttafólkaleguni

Politistur stungin í Sandholm-flóttafólkaleguni
Tyrla, hundapatruljur og mong politifólk leita enn eftir gerningsmanninum, sum fleiri ferðir stakk ein politist í flóttafólkaleguni Sandholm í nátt
Ein politistur, sum í nátt varð stungin í Sandholm-leguni, er nú uttanfyri lívsvanda. Leitað verður nú eftir gerningsmanninum
Mynd: DR  
 
29.09.2015 - 09:08

Politisturin, sum arbeiðir fyri Ríkispolitiið, varð í nátt varð stungin í búkin í friðskjólarleguni, Sandholm á Norðursjællandi, og nú leitað verður eftir gerningsmanninum, er stórt økið við leguna er avbyrgt.

Sandholm er stórsta friðskjólarlega í Danmark. Fólk, sum júst eru komin til Danmarkar at søkja sær friðskjól, verða savnað á Sandholm, og har eru eisini tey, sum hava fingið noktað friðskjól og skulu sendast heimaftur.

Útlendingadeildin hjá Ríkispolitinum hevur skrivstovu á Sandholm, og løgreglan á Norðursjællandi hevur eisini sína dagligu gongd í leguni.

Politisturin, sum varð stungin fleiri ferðir, varð illa skaddur, skrivar Danmarks Radio. Fyri løtu síðani varð boðað frá, at hann nú er uttanfyri lívsvanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109