Ósamd um leiklut hansara

Ósamd um leiklut hansara
USA og Russland kunnu ikki semjast um, hvønn leiklut sýriski forsetin, Bashar al-Assad, skal hava í royndini at fáa steðgað borgarakrígnum í Sýria
USA og Russland kunnu ikki semjast um, hvønn leiklut sýriski forsetin, Bashar al-Assad, skal hava í royndini at fáa støðgað borgarakrígnum í landinum
Mynd: AP  
 
29.09.2015 - 08:26

Hetta er greitt eftir fundin, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin Barack Obama høvdu í gjár í New York.

Ein amerikanskur embætismaður upplýsir fyri Reuters, at Obama og Putin samdust um at royna at finna eina politiska loysn á kreppuni í Sýria, men teir kundu ikki semjast um, hvat henda skal við Assad.

SÍ EISINI Ósamdir um fundarskránna á árligum toppfundi

Obama forseti endurtók sítt sjónarmið um, at hann ikki sær nakra leið fram móti støðufesti í Sýria, so leingi Assad situr við valdinum.

Hesa støðuna hava fleiri onnur lond eisini - millum annað Frakland. Vladimir Putin forseti sigur hinvegin, at Assad skal vera partur av eini loysn.

- Skulu ikki blanda seg

- Eg havi stóra virðing fyri mínum amerikonsku og fronsku forseta-feløgum, men teir eru ikki statsborgarar í Syria og skulu ikki blanda seg í valið av leiðara í einum øðrum landi, sigur Putin sambært russisku tíðindastovuni Itar/Tass.

Sambært Putin og Itar/Tass varð møguleikin havdur á lofti á fundinum við Obama, at Russland kann taka lut í loftalopum á IS í Sýria.

Men russiski forsetin hevði lagt dent á, at Russland "ongantíð" fer at taka lut í hernaðarligum átøkum á landi móti IS ella øðrum bólkum, sum royna at koppa Assad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109