Eingin barnamentanarheiðursløn latin í ár

Eingin barnamentanarheiðursløn latin í ár
Eingin heiðursløn verður latin fyri barnamentan, tá mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin
Eingin heiðursløn verður latin fyri barnamentan hósdagin, tá mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar. Í fjør fekk Elin á Rógvi barnamentanarheiðurslønina
 
29.09.2015 - 08:03

Illa er statt við barnamentanini í Føroyum í ár. Í øllum førum fann nevndin fyri barnamentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráði einki, sum hon heldur er vert at geva heiðursløn í ár.

Tí verður eingin heiðursløn latin fyri barnamentan hósdagin, tá mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar.

Kunnu lata tvær heiðurslønir

Nevndin kann lata eina ella tvær heiðurslønir fyri barnamentan, og líka síðani heiðurslønin varð stovnað í 1977 er hon latin at kalla á hvørjum ári.

Í fjør fekk Elin á Rógvi barnamentanarheiðurslønina millum annað fyri bókina Áh Mamma og fyri sjónleikin Sangur í Mjørka, sum hon hon skrivaði við íblástri úr ritverkum hjá Hans Andriasi Djurhuus.

Tíggjar M.A. Jacobsens virðislønir verða latnar í ár, ein fyri fagrar bókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik, og tað verður í Müllers Pakkhúsi klokkan fimm hósdagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109