Katalonia vil loysa frá Spania

Katalonia vil loysa frá Spania
Veljararkanningarnar undan lokalvalinum ídag hava víst, at tað stendur á jøvnum millum tey loysingarsinnaðu og tey sambandssinnaðu
 
27.09.2015 - 10:29

Fleiri enn fimm milliónir veljarar í spanska landspartinum Katalonia skulu í dag velja 135 umboð í lokala tingið. Men lokalvalið hevur broytt seg til eina fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. Sitandi stýri í Katalonia við Artus Mas úr CDC-flokkinum á odda hevur boðað frá, at vinna tey valið, so er ætlanin at taka loysing innan 18 mánaðir. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Katalonia roynir at loysa frá Spania. Í fjørheyst royndi lokala stýrið at halda eina fólkaatkvøðu, men stjórnin í Madrid segði kortanei. Tí bleiv ein sjálvboðin fólkaatkvøða hildin, og tá var stórur meiriluti fyri sjálvstýri millum teir tvær milliónir veljararnar, ið nýttu høvið at siga sína hugsan.

Hóast lokalvalið í dag verður gjørt til ein spurning um loysing, so hevur stjórnin í Madrid tó longu gjørt greitt, at hon góðtekur ikki nakra fráboðan um sjálvstýri. Sambært sponsku stjórnarskipanini skal ein tílík avgerð takast av øllum tí spanska fólkinum og ikki bara fólki í Katalonia. Veljararkanningarnar undan lokalvalinum ídag hava víst, at tað stendur á jøvnum millum tey loysingarsinnaðu og tey sambandssinnaðu. Men sambært nýggjastu kanningunum fáa tey loysingarsinnaðu tepran meiriluta.

 

mynd - joan cros corbis

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109