700 flóttafólk og tilflytarar síðsta samdøgrið

700 flóttafólk og tilflytarar síðsta samdøgrið
Tað leikar hart á við markið millum Týskland og Danmark. Seinastu tølini vísa, at umleið 16.000 flóttafólk eru komin um markið seinastu 20 dagarnar
 
27.09.2015 - 10:14

16.000 flóttafólk og tilflytarar eru komin til Danmarkar síðstu 20 dagarnar.

Tølini hjá ríkisløgregluni, sum ganga aftur til 6. september, skulu sambært løgregluni sjálvari takast sum eitt absolutt minstatal - tað kann vera nógv hægri. Í gjár roknaði ríkisløgreglan við, at okkurt um 700 flóttafólk og tilflytarar vóru komin inn í landið síðsta samdøgrið.

Sambært metingunum hjá løgregluni eru umleið 800 fólk komin til Danmarkar um dagin seinastu vikurnar. Tað, sum farið er av hesum mánaðinum, eru fleiri túsund fólk komin um danska markið úr Týsklandi. Tey flestu fara víðari, m.a. til Svøríkis og Finnlands. Bara ein lítil partur hevur biðið um friðskjól í Danmark

Mynd: politiken.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109