Íslendingar taka ímóti 100 flóttafólkum

Íslendingar taka ímóti 100 flóttafólkum
Stjórnin hevur eisini sett av tvær milliardir krónur, 100 milliónir í okkara krónum, til flóttafólk
 
21.09.2015 - 10:02

Íslendska ríkisstjórnin hevur avgjørt at taka hundrað flóttafólk í ár.

Stjórnin hevur eisini sett av tvær milliardir krónur, 100 milliónir í okkara krónum, til flóttafólk.

Pengarnir verða tiknir av yvirskotinum hjá ríkiskassanum í ár. Pengar verða ikki tiknir frá øðrum til at hjálpa flóttafólkunum, sum koma til Íslands.

Stjórnin ætlar fyrst at venda sær til Akureyri og spyrja, um kommunan vil taka flóttafólk.

Akureyri gjørdi vart við í summar, at býurin er til reiða at hýsa flóttafólki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856