Dregur út at manna nevndarsessirnar

bannari
Dregur út at manna nevndarsessirnar
Tingfundurin, sum skuldi takast uppaftur klokkan 14, er útsettur til klokkan 16
 
17.09.2015 - 15:09

Tað dregur út at manna nevndarsessirnar í løgtinginum, og tingfundurin, sum skuldi takast uppaftur klokkan 14, er nú útsettur til klokkan 16.

Kringvarpið skilir, at andstøðan hevur mannað sínar sessir, men valbólkurin hjá samgonguni, Nýggjum Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir er ikki liðugur við sítt nevndarbýti.

Valbólkurin hjá samgonguni hevur tilsamans 20 tinglimir, og hann tryggjar sær sostatt allar formanssessirnar í løgtingsnevndunum. 

Fór í part við samgonguni

Nýtt Sjálvstýri fór í valbólk saman við samgonguflokkunum og Sonju Jógvansdóttir, sum er uttanflokka, eftir at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum.

 Annika Olsen, sum fyri viku síðani fór úr Fólkaflokkinum, er nú partur av tingbólkinum hjá Framsókn.

Gomlu samgonguflokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru í andstøðu, og teir fáa ongan formanssess í tingnevndunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791