- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nokta framvegis limum at fara í setursskúla
Nú nýtt landsstýrisfólk er á veg í Mentamálaráðið, minnir Lærarafelagið á, at felagið noktar framvegis limum sínum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at lærararnir fáa løn afturfyri.
Fyri mánað síðani kunngjørdi Lærarafelagið, at tað noktar limunum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at tímar eru skrásettir í virksemisætlanini sambært galdandi avtalu.
Fingu boð um skerjingar í vár
Tað merkir, at fyrsti og annar dagur skulu skrásetast við 14 tímum hvør, og hinir dagarnir við tíggju tímum hvør.
Men sambært Lærarafelagnum boðaði Mentamálaráðið í vár skúlaleiðslunum frá, at skerjingar eru gjørdar í játtanini til tímar til seturskúla.
Lærarafelagið sigur, at skerjingin ger, at í summum skúlum fara drúgvar siðvenjur um seturskúla fyri skeytið.
SÍ EISINI Seturskúlaferðir hjá skúlabørnum komnar í vanda
Í Skúlablaðnum í morgun sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, at á fundi, sum Heim og skúli skipaði fyri hálvan august í sambandi við løgtingsvalið, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at skúlaleiðslurnar gera av, um tær raðfesta seturskúlan ella ikki.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað ber ikki til hjá skúlaleiðslum at raðfesta seturskúlan fram um annað, tí tað ber ikki til at flyta tímar, sum ikki eru har.
Landsstýrismaðurin veit væl, at hetta ber ikki til. Og at krevja, at lærarar fara í seturskúla uttan at fáa løn afturfyri, ber ikki til, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.
Munandi skerjing fyri flestu skúlar
Sambært Mentamálaráðnum verður hetta skúlaárið, 2015-2016, játtað skúlum læraratímar fyri triðja hvønn flokk tveir dagar í part.
Í flestu skúlum er hetta ein munandi skerjing. Í summum skúlum forkemur hetta drúgvum siðvenjum um seturskúla, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Seturskúli er, tá skúlabørn og lærarar fara saman nakrar dagar í aðra bygd ella annan bý ella av landinum at vera.