- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira pening til umvælingar
Meira pening til umvælingar
Føroya fólkaháskúli hevur fingið meira pening til at umvæla tekjuna á skúlanum, sum hevur likið
14.09.2015 - 09:09
Føroya fólkaháskúli fekk í gjár pengar til nakrar takplátur afturat. Háskúlin fekk 100.000 kr. frá Lions Club.
Lions Club Tórshavn læt 65.000 kr., sum var yvirskotið frá málningaframsýningini á ólavsøku. Allir Lions klubbarnir í Føroyum lótu afturat 35.000 krónur.
Háskúlin skal hava nýtt tak, og skúlin skal sjálvur koma við 900.000 krónum til arbeiðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV