- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða við at søkja eftir nýggjum stjóra
Søkt verður ikki eftir nýggjum stjóra til Íverksetarahúsið í Klaksvík fyrr enn greiða er fingin á fíggjarligu støðuni hjá Íverksetarahúsinum.
Harumframt má nýggja samgongan eisini melda út, hvat hon æltar. Tað sigur Regin Dalsgaard, nevndarformaður fyri Íverksetarahúsið.
SÍ EISINI Leggja lok á óheimilaða peninganýtslu
Íverksetarahúsið er á fíggjarlógini. Húsið fær 1,1 millión krónur frá Vinnumálaráðnum og 300.000 krónur frá Mentamálaráðnum.
Harafturat fær Íverksetarahúsið fær 200.000 krónur frá Klaksvíkar kommunu. Tilsamans 1,6 milliónir krónur.
Møguliga neyðugt við eykajáttan
Nevndin fer fyrst at hava fund við hesar tríggjar myndugleikarnar, og greiða frá støðuni hjá Íverksetarahúsinum, og um nýggjar ætlanir við húsinum.
Regin Dalsgaard upplýsir, at møguliga verður neyðugt við eykajáttan til upptakið eftir fyrrverandi leiðsluna fyri Íverksetarahúsið.
Í nevndini fyri Íverksetarahúsinum í Klaksvík sita Regin W. Dalsgaard, Beinta Á. Gregersen og Birita Sandberg Samuelsen.