Ætlar nýggja fólkaatkvøðu um loysing

Ætlar nýggja fólkaatkvøðu um loysing
Skotski loysingarflokkurin, SNP, vil hava eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing úr Bretlandi.
 
13.09.2015 - 10:05

Nicola Sturgeon, forkvinna í SNP, og fyrstiráðharri í Skotlandi, sigur, at komandi floksskránin fer at koma við einari tíðaráseting fyri, nær ein nýggj fólkaatkvøða skal vera, skrivar ritzau.

SNP er stórsti flokkur í Skotlandi. 
Á valinum í mai vann flokkurin 56 av teimum 59 skotsku sessunum í tjóðartinginum í London. Hinvegin misti Labour 49 sessir, og hevur nú bara eitt skotskt umboð í London

Skotar vóru á fólkaatkvøðu í fjør um loysing, men tá var ein meirluti ímóti. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, segði eftir valið í mai, at nýggj fólkaatkvøða fór ikki at vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109