Gongst illa at fáa læknar til Grønlands

Gongst illa at fáa læknar til Grønlands
Grønland er ikki limur í ES, og tí gongst illa at fáa læknar til Grønlands, sigur grønlendska landsstýriskvinnan í heilsumálum, Doris Jacobsen
Tað gongst illa at fáa læknar til Grønlands, tí Grønland ikki er limur í ES, sigur grønlendska landsstýriskvinnan í heilsumálum
 
10.09.2015 - 09:25

Grønland er ikki limur í ES, og tí gongst illa at fáa læknar til Grønlands. Tað sigur grønlendska landsstýriskvinnan í heilsumálum, Doris Jacobsen, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Hon sigur, at tey vilja fegin hava útlendskar læknar til Grønlands, men av tí at Grønland er ikki í ES, krevur tað nógva tíð og harafturat er tað trupult at fáa læknar til Grønlands.

Eins og í Føroyum, sum heldur ikki eru í ES, er læknatrot í Grønlandi. Meira enn annað hvørt læknastarv í Grønland er ikki sett.

Vil hava donsku stjórnina at broyta løggilding

Læknar, sum hava ES løggilding, kunnu uttan nakað arbeiða í øllum ES londum. Men av tí at Grønland er ikki í ES, krevst drúgv viðgerð, hálvt ár ella so, í Útlendingastýrinum, tá læknar ella tannlæknar vilja til Grønlands at arbeiða.

Tað er eisini galdandi fyri læknar, sum hava danska løggilding, sigur Doris Jacobsen. Hon vil nú hava donsku stjórnina at broyta hetta.

Doris Jacobsen, landsstýriskvinna, sigur við KNR, at danski heilsumálaráðharrin, Sophie Løhde, er sinnað at hjálpa Grønlandi burtur úr læknatrotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109