Flóttafólk biðja um friðskjól í Svøríki

Flóttafólk biðja um friðskjól í Svøríki
Meðan løgreglan í Danmark leitar eftir flóttafólkum, hava myndugleikarnir í Svøríki tikið ímóti 230 flóttafólkum, ið biðja um friðskjól
Samstundis sum danska løgreglan leitar eftir 300 flóttafólkum, upplýsa myndugleikarnir í Malmø, at har hava teir tikið ímóti 230 flóttafólkum
Mynd: Savnsmynd/DR  
 
08.09.2015 - 09:55

Samstundis sum danska løgreglan leitar eftir 300 flóttafólkum, upplýsa myndugleikarnir í Malmø, at har hava teir tikið ímóti 230 fólkum, sum biðja um friðskjól í Svøríki.

- Nógv er útlúgvað, og tey hava fingið song og tak yvir høvdið, sigur ein talsmaður fyri svensku innfararmyndugeikarnar.

Sjálvboðin hava hjálpt flóttafólkunum

Sjálvbodnir felagsskapir hava eisini hjálpt til, og fleiri flóttafólk eru longu farin til Stokkhólm og Gøteborg. Talsmaðurin vil tó ikki siga, um tey 230 flóttafólkini eru komin úr Danmark.

Danska løgreglan sigur, at síðani sunnudagin eru umleið 1150 fólk komin til Danmarkar. Løgreglan heldur, at privatfólk hava hjálpt nógvum flóttafólkum víðari til Svøríkis.

Danir hava einki eftirlit við brúnna um Oyrasund, men vakthavandi á svenska tollverkinum sigur, at fimm fólk eru handtikin. Tey eru undir illgruna fyri mannasmugling. 14 fólk vóru í bilunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109