- Tíðindi, mentan og ítróttur
800 flóttafólk komin inn um danska markið
Danska løgreglan sigur í morgun, at umleið 300 flóttafólk eru horvin, helst tí at tey eru farin víðari, hóast løgreglan hevur ávarað um, at tað er ólógligt.
Í gjár søgdu nógv flóttafólk, at tey vildu sleppa víðari til Svøríkis. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at vaktarhaldið við brúnna um Oyrasund er ikki styrkt
SÍ EISINI - Vit kunnu ikki sita hendur í favn
Tí verða akfør, sum kanska flyta flóttafólk um sundið, ikki steðgað. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevði í gjárkvøldið fund við hinar floksformenninar á Christiansborg um støðuna.
Lars Løkke Rasmussen segði eftir fundin mánakvøldið, at roknast kann við, at bert fá flóttafólk fara at biðja um friðskjól í Danmark, tí tey flestu vilja sleppa til eitt nú Svøríkis.