Flóttafólk komin til Danmarkar

Flóttafólk komin til Danmarkar
Avbjóðingin hjá Evropa við flóttafólkum kom í gjár til Danmarkar, tá meira enn 300 tilflytarar komu til Rødby, Padborg og Odense
Fleiri enn 300 flóttafólk komu sunnudagin til Danmarkar. 64 hava søkt friðskjól í Danmark
Mynd: DR  
 
07.09.2015 - 08:05

Danska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at herða flóttafólkapolitikkin og at byrjað verður í dag í útlendskum miðlum. Tey sum lesa bløð og internetbrúkarar í Libanon fara í dag at síggja lýsingar við donsku stjórnini sum avsendara.

Í lýsingunum eru upplýsingar um broyttar og vánaligari umstøður fyri flóttaflólk og tilflytarar, sum meiriluti í Fólkatinginum hevur samtykt, skrivar Berlingske.

- Sosialhjálpin fyri nýkomin flóttafólk verður skerd við 50 prosentum, stendur í lýsingini. Harumframt staðfestir lýsingin, at tú ikki kanst fáa familjusamanføring í Danmark fyrsta árið eftir at tú sum flóttafólk er komin til landið.

Danski ráðharrin í integratiónsmálum, Inger Støjberg úr Vinstraflokkinum, hevur, síðani nýggja stjórnin tók við, tosað um lýsingarnar, og libanesiskir fjølmiðlar eru helst valdir, tí stórir partar av Miðeystri lesa teir.

Ivasamt um lýsingar koma í turkisk bløð

Hinvegin er tað meiri ivasamt, um lýsingarnar verða prentaðar í turkiskum fjølmiðlum, sum Inger Støjberg í summar hevur tosað um, tí Turkaland eisini er eitt transit-land fyri flóttafólk.

Berlingske skrivar, at fimm størri dagbløð í Turkalandi vilja bara seta lýsingarnar í, um tey sjálv kunnu svara fyri innihaldinum í lýsingini. Sostatt er ivasamt, um lýsingin kemur út til stóran part av lesarunum, sum stjórnin hevði vónað.

- Vilt tú náa flóttafólkini í bátum og tey, sum hjálpa teimum, noyðist tú út við boðskapinum í Turkalandi og í Libya, sum eisini er eitt transitland. Libanon er burturspilt orka, sigur dansk-turkiski journalisturin, Sadi Tekeli-oglu, sum er chefredaktørur á blaðnum Gazette, við Berlingske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109