Hundraðtals flóttafólk latið lív

Hundraðtals flóttafólk latið lív
Fleiri hundrað flóttafólk afturat hava latið lív, eftir at tveir bátar, sum høvdu nærum 500 fólk umborð, holvdust út fyri Liberiska býin, Zuwara
Bjargingarlið hava tikið hundraðtals lík upp úr sjónum, eftir at tveir bátar við flóttafólkum holvdust út fyri liberiska býin, Zuwara
Mynd: AP  
 
28.08.2015 - 11:50

Umleið 50 fólk vóru umborð á fyrra bátinum, sum sendi út neyðarkall hósdagin. Hin báturin var ovfólkaður við næstan 400 ferðafólkum umborð, og sakk nógv seinni enn tann fyrri.

Myndugleikar siga, at 200 fólk eru bjargað, men rættiliga mong stóðu føst í lastaleytaranum, tá báturin holvdist.

SÍ EISINI Flóttafólk funnin deyð í lastbili

Sambært BBC hava eini 150 fólk fingið skjól á einum heimi fyri flóttafolk í Sabratha, vestan fyri Triopoli, meðan eini 100 lík vórðu flutt á sjúkrahús í Zuwara.

Eini 2.400 flóttafólk hava latið lív í Miðjarðarhavinum higartil í ár, sigur ST. Meira enn 100.000 fólk eru komin til Italia, og 160.000 eru komin til Grikkalands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109